Talið av deyðum eftir herviliga jarðskjálvtan í Marokko í síðstu viku nærkast nú 3000.
Sambært Reuters sigur ein almenn sjónvarpsstøð í Marokko, at neyva talið av staðfestum deyðum er 2901.
Sagt verður, at í minsta lagi 5.530 fólk hava fingið løstir.
Í dag verður sagt, at eisini Filipsoyggjar eru raktar av hørðum jarðskjálvta í dag.
Jarðskjálvtamiðdepilin var við Babuyan-oyggjarnar, sum liggja út fyri norðurstrondini á Filipsoyggjunum.
Upplýst verður, at jarðskjálvtin á Filipsoyggjum hevði eina dýbd á 31 kilometrar.
Tað er tíðindastovan NTB, sum endurgevur aðrar keldur um jarðskjálvtaraktu økini.