Sló systurdóttur sína
Ein maður var í Føroya rætti í gjár dømdur fyri at hava sligið systurdóttur sína í fyllskapi. Miðaldrandi maðurin býr heima hjá mammu síni og ein dagin vóru tey farin at skeldast. Maðurin hevði drukkið og var vorðin illur við 90 ára gomlu mammu sína um eitt hvørt. Málageipanin varð vorðin so hørð, at ommudóttir gomlu konuna og systurdóttur mannin, sum býr í grannahúsunum, kom inn at megla teirra millum.
Unga kvinnan greiddi í rættinum frá, at hetta var ikki fystu ferð, hon føldi, at hon var noydd at blanda seg upp í eitt kegl millum mammubeiggjan og ommuna. Maðurin drakk illa og tað kom meiri enn so fyri, at hann gjørdist illur.
Hesa ferð fór orðadrátturin tó nakað longri enn vanligt. Unga kvinnan greiddi frá, at mammubeiggin als ikki var at fáa samband við og at hon tí mátta rista í hann og taka um kjálkarnar hjá honum í eini roynd at náa inn til hansara og sissa hann. Tá er tað, at maðurin slær hana.
Maðurin sjálvur vildi vera við, at unga kvinnan hevði givið honum eitt slag á vangan, og at hann einans sló aftur á sama hátt. Eina løtu seinni gav unga kvinnan honum eitt spark fyri rørarnar.
Unga kvinnan sigur, at eftir slagið byrjaði mammubeiggin at hótta seg og ommuna eftir lívinum. Ákærdi trýstir ungu kvinnuna móti vegginum og tá er tað, at hon sparkar eftir honum. Hon ivast tó í, um hon veruliga rakti hann.
Ákærin bað um, at maðurin varð dømdur 20 dagar treytaða fongsulsrevsing við eini royndartíð í eitt ár, umframt at hann varð dømdur til alkoholviðgerð.
Verjin metti, at maðurin átti at frídømast. Hann meinti, at í hesum førinum var systurdóttirin ein óboðin granni, sum hevði blandað seg upp í, og sum hevði sligið fyrst. Verjin vísti eisini á, at undir avhoyringini ivaðist unga kvinnan í, hvønn vanga, hon varð sligin á, og tí setti hann spurnartekin við, hvussu álvarsamur skaðin var.
Dómarin valdi at fylgja tilmælinum frá ákæranum. Maðurin fekk ein treytaðan dóm á 20 dagar fongsulsrevsing, við royndartíð í eitt ár. Harumframt skal maðurin gera 40 tímar av óløntari samfelagstænastu, umframt at hann skuldi í viðgerð fyri sínar rúsdrekkatrupulleikar.
Dómarin metti, at vitnið hevði givið eina trygga og trúverdiga frágreiðing um hvat var hent, umframt at ein lækni hevði váttað, at hon hevði fingið skaða av einum slagi á vangan. Hann metti tí ikki, at tað hevði avgerandi týdning, at kvinnan ikki mintist, hvønn vanga hon varð sligin á.











