Sambandsfundur
Sørvági: Reypið um fullveldi og yvirtøkur er við at tagna, og tað má ongantíð koma framaftur, segði Lisbeth L. Petersen, formaður Sambandsfloksins í røðu síni til landsfund Sambandsfloksins.
Hon ivaðist álvarsliga í, hvussu fíggjarstøðan í landskassanum í grundini er. Helt tosið frá samgongunin í stóran mun vera reyp.
Blokkstuðulin varð eisini tikin fram og víst á tað, eftir Sambandsfloksins meting, skeiva í, at blokkstuðulin var avtikin. Tí tær sparingar, samgongan boðar frá, helt hon fara at muna lítið sum mótvekt móti tí minkaða blokkstuðulinum.
Sambandsflokkurinn vil taka ES spurningin upp. Hetta er ein livandi felagsskapur, sum summir flokkar tykjast ræðast. Men Sambandsflokkurin fer at halda lív í kjakinum, staðfesti Lisbeth L. Petersen.
Menn hinvegin var ikki so nógv væntandi frá samgonguni, helt hon, tí har varð bara keklast og klandrast innanveggja. Eingin fær verið saman, og eingin torir at fara sundur. Til tess er maktin ov góð at fara frá.
Tær fólkaatkvøður,sum samgongan hevur boðað frá, eru farnar, staðfesti hon.
Tað kostar at reka vælferðarsamfelagið, ásannar Sambandsflokkurin. Tí vildi flokkurin ikki skerja blokkstuðulin og loysa frá ríkisfelagsskapinum. Vit halda heilt greitt við hann.
?Vit vingla ikki í hesum spurningi, segði Lisbeth L, Peteren.
Sambandsflokkurin skal altíð vera flokkurin, fólk kunnu líta á. Vit skulu halda tey lyfti, vit geva, segði formaðurin millum annað í røðu síni.