Fyrst legði hann hart út, so kom uttanumtos, og til endans kom ein afturtøka. Afturtøkan handlaði eftir øllum at døma ikki um alt, ið sagt var, hóast løgmaður hevði fingið eitt skriv, har sagt var, at allar skuldsetingar vóru tiknar aftur. Slingrikósin tykist verða fullkomin. Formaður Tjóðveldisfloksins metir, eftir at havt høvdið í sandinum í nakrar vikur, málið verða yvirstaðið. Hann mátti sum fyrrverandi tíðindamaður vitað, at eitt slíkt mál, sum hetta verður ikki bert niðurlagt og gloymt, bert tí at varaløgmaður ella fyri tað løgmaður siga tað. Tað nyttar einki, at teir eru samdir um tulking av brævinum frá Torbjørn Jacobsen, um avsendarin er av einari aðrari hugsan.
Tjóðveldisflokkurin hevur ein trupulleika hvussu enn víkir og vendir. Antin hevur ein av teirra løgtingsmonnum og, ikki at forgloyma, fólkatingsmonnum aftur logið alment, ella kennir løgmaður, ið Tjóðveldisflokkurin hevur valt - ikki bara einaferð, men tvær ferðir - ikki mun á eins egna og annara. Um Torbjørn Jacobsen hevur sagt ósatt, kann Tjóðveldisflokkurin so liva við, at ein av oddafiskunum í flokkinum ger hetta fleiri ferð? Um so er, at Torbjørn Jacobsen ikki hevur sagt nakað skeivt, hvørt løgmaður kennir mun á eins egna og annara, ja so gerst trupulleikin bara enn størri hjá Tjóðveldisflokkinum, tí so veit Tjóðveldisflokkurin eftir øllum at døma, at okkurt óregluligt er farið fram hjá løgmanni fyri nógvum árum síðani. Kann flokkurin liva við tí?
Tað er ov bíligt, at siga, at øll vita av hesum, tí tað nýtist ikki at vera rætt. Sætt at siga má tað verða ein grov undirmeting av føroyska veljaranum, um man heldur, at teir lata sær lynda ein løgmann, ið ikki kennir mun á eins egna og annara. Tí skyldar Torbjørn Jacobsen veljarnum at siga, hvat hann veit, og so kunnu fólk meta um, hvørt tey vistu hetta frammanundan, og um tey finna seg í hesum sum skattgjaldarar í einum veturlendskum demokratiskum samfelag.
Løgmaður hevur framvegis ein trupulleika, tí framvegis verður sáaður ivi um, hvørt løgmaður dugir ella dugdi at skyna á eins egna og annara. Tí átti løgmaður at tikið avleiðingarnar, og stevnt Torbjørn Jacobsen fyri ærumeiðing beinanvegin. Ger hann ikki tað, so standa ákærurnar, og løgmaður átti at lagt frá sær.