Tað er slett ikki óvanligt, at leyst grót kemur oman á vegin niðan móti tunnilsmunnanum til Sandvíkar. Talan er serliga um ovara part av vegastrekkinum úr Hvalba og niðan til tunnilsmunnan.
- Tað er órógvandi, at einki verndarstk er her oman fyri, sum kann taka ímóti leysum gróti, ið javnan kemur oman á landsvegin. Lukkutíð hevur eingin fólkaskaði verið, men her er best at binda um heilan fingur.
Tað sigur borgarstjórin í Hvalbiar kommunu, Trúgvi Gudmundarson. Hann vísir á, at fyrr í heyst høvdu umboð fyri kommununa fund við Landsverk um málið, og hann heldur, at Landsverk skilti støðuna væl.
- Nú er bara eftir at vóna, at løgtingið vil játta tann pening, sum tað kostar at seta upp verndarstik á vegastrekkinum, soleiðis at ferðslutryggleikin verður betri.
Trúgvi Gudmundarson vísir á royndirnar, sum eru við slíkum verndarstiki á vegastrekkinum til Tjørmuvíkar, og hann sigur seg hava skilt, at hetta riggar væl og tekur javnan ímóti leysur gróti, sum annars er á veg oman á vegin.
- Tað er okkara ynski og vón, at Landsverk fær fíggjarligt rásarúm at seta upp eitt slíkt verndarstik í tunnilsbrekkuni til Sandvíkartunnilin - jú, skjótari, tess betri, sigur borgarstjórin í Hvalbiar kommunu.










