Slíkar príshækkingar havi eg ongantíð sæð áður

- Vit hava støðugt fiskaarbeiði at bjóða okkara arbeiðsfólki, 40 tímar um vikuna gjøgnum alt árið, sigur stjórin í Vaðhorn Seafood, Jógvan Gregersen.

 

- Prísirnir á lidnu vørunum eru nógv øktir, men ikki í sama mun, sum prísirnir á ráfiski. Bæði pakningur og flutningsútreiðslur eru dýrari í dag. Slíkar ógvusligar príshækkingar havi eg ikki sæð míni 35 ár í hesi vinnu.

 

Tað sigur Jógvan Gregersen, stjóri í Vaðhorn Seafood á Strondum. 

 

Umleið 80 fólk starvast á saltfiskavirkinum Vaðhorn Seafood á Strondum. Hetta er fólk í øllum aldri, og í hópinum eru eisini fleiri, sum hava arbeitt á virkinum í mong ár.

Hóast nógvar vinnugreinar seinnu árini hava gramt seg um, at teimum tørvar arbeiðsfólk, hevur tað gingið væl at mannað postarnar á virkinum á Strondum. 

 

Í starvsfólkahópinum eru eisini útlendingar, kanska eini 40 prosent av samlaðu arbeiðsmegini, harav nøkur búgva í Føroyum.

 

- Vit hava støðugt fiskaarbeiði at bjóða okkara arbeiðsfólki, 40 tímar um vikuna gjøgnum alt árið. Í ár liggur alt framleiðsluvirksemið stilt í viku 30, 31 og 32, tá vit hava felags summarfrí. 

 

Jógvan Gregersen vísir á, at á virkinum leggja tey stóran dent á, at arbeiðsdagurin er frá klokkan 08 til 16, tí virkisleiðslan metir tað hava týdning, at fólk vita, nær arbeiðsdagurin byrjar, og nær dagurin endar. 

 

- Tað eru arbeiðsfólk, sum hava børn í barnagarði og skúla. Onkur luttekur í ítróttaraktivitetum, og onkur gongur á kvøldskúla, tá tann tíðin er, og vit halda tað vera týdningarmikið, at arbeiðsdagurin ikki forðar fyri hesum.

 

Men, eitt er at hava fólk til tær uppgávur, sum eru á virkinum. Annað er at hava nóg mikið av ráfiski til framleiðsluna, sum skal bera eitt so stórt virksemi, sum Vaðhorn Seafood hevur.

 

Framleiðslan á Strondum er saltfiskur burtur av, og størstu keyparalondini eru Spania og Italia. Tilfeingið, sum verður virkað, er í fyrsta lagi toskur, longa og eitt sindur av brosmu. 

 

Seinastu tvey árini hevur feska toskaveiðan undir Føroyum verið so lítil, at ein linja á Vaðhorn Seafood einsamøll hevði klárað at skorið allan toskin undan Føroyum. 

Jógvan Gregersen vísir á, at hetta sigur nógv um avbjóðingarnar við ráfiski, tí umframt á Vaðhorn, arbeiða tey eisini saltfisk í eitt nú Gøtu, Klaksvík, Toftum, Skopun og á Tvøroyri. 

- Toskaveiðan svíkur, og tað ger veiðan eftir fleiri øðrum fiskasløgum eisini, eitt nú brosmu, leggur hann aftrat. 

Men, hvørji ráð eru so til at taka fyri at hava eina saltfiskaframleiðslu í Føroyum undir givnum umstøðum?

 

Tað hevur Vinnan í VikuskiftisSosialinum skift orð við Jógvan Gregersen um.

 

Hóast óvissuna, sum altíð er í vinnuni, hava seinastu trý árini verið góð hjá Vaðhorn Seafood, og hesi árini hevur avlopið í miðal fyri hvørt árið verið góðar sjey miljónir krónur.

- Vit eru væl nøgd við gongdina hesi árini, tó at óvissur altíð eru og eisini eru fyri tíðina, sum liggur fyri framman, sigur stjórin í Vaðhorn Seafood, Jógvan Gregersen.

 

##med2##

 

Tað eru Jógvan Gregersen og Jens Martin Knudsen, sum eiga og reka Vaðhorn Seafood.