Sligo leikti javnt á útivølli

Stefan Radosavljevic var aftur við frá dystarbyrjan

Fjórða dystin á rað var Stefan Radosavljevic við frá dystarbyrjan í dysti hjá Sligo Rovers í bestu írsku fótbóltsdeildini.

 

Í kvøld var Stefan á vøllinum í ein tíma, tá Sligo leikti javnt 0-0 á útivølli móti Galway.

 

Men enn hevur Stefan til góðar at skjóta fyrsta málið fyri Sligo hetta kappingarárið.

 

Sligo er triðaftast í deildini við 18 stigum. Teir hava fýra stig upp til fjórða plássið, ið gevur rætt til Europa Conference League fótbólt aftaná lokið kappingarár. Hinvegin so er Sligo bert trý stig omanfyri Drogheda á næstaftasta plássinum. 

 

Komandi fríggjadag klokkan 19.45 tekur Sligo mót Bohemians á heimavølli.