randi jacobsen
Leygarkvøldið var ein ungur maður hjá politinum í Klaksvík og boðaði frá, at hann leygarnáttina hevði verið fyri harðskapi  í Lognbrá.
	Hetta var hent um trý tíðina. Ein annar maður hevði lat á hann og sligið hann í andlitið við eini fløsku.
	Hann varð illa særdur og noyddist á skaðastovuna.
	Við vinstru eygnabrúgv fekk hann ein  langan skurð, sum varð seymaður aftur við 17 pentum. Eina pentu fekk hann í oyrað, og annars hevði hann aðrar skeinur í andlitinum.
- Eitt er at brúka nevarnar, men tað er óhugnaligt, at nakar fær seg til at særa onnur soleiðis við fløsku. Tað hendir alt ov ofta, sigur Hans Djurhuus, varaleiðari á politistøðini í Klaksvík.









