Ein 20 ára gamal drongur varð í nátt handtikin og skuldsettur fyri harðskap.
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at á Skúlaheiminum í Havn hevði hin skuldsetti sligið ein 17 ára gamlan drong í høvdið tríggjar ferðir við einari fløsku.
- Fløskan brotnaði, men tann 17 ára gamli fekk ongan skaða. Hann fór tó á skaðastovuna, sigur løgreglan.