Nevningatingið fríggjadagin snúði seg mest um teknisku kanningarnar hjá danska Rejseholdet av húsunum hjá Pidda, av húsunum, har ákærdi búði til leigu og av Skoda bilinum.
Fólk, sum arbeiða við slíkum málum, hyggja viåð øðrum eygum enn onnur, og út frá myndum, sum tiknar vórðu, greiddi ein serkønur politistur frá, hvat hann sá, og hvat kanningarnar seinni vístu.
Hann leiddi nevningar, dómarar og hini upp gjøgnum húsini við myndum. Úr bilhúsinum, inn í gongina, inn á baðirúm, kømur, upp gjøgnum trappurnar, eftir gongini inn í stovu og køk og í kamarið.
Maðurin segði beinanvegin av tað hevði gjørt kanningarnar so nógv torførari, at fleiri fólk høvdu verið inni í húsunum hjá Pidda, áðrenn politiið fór inn at kanna húsini.
Fólk hava sett síni spor, og har hevur verið vaskað og ruddað.
Maðurin greiddi gjølla frá teimum ymisku mátunum at kanna blóð og áseta DNA hjá tí ákærdda og hjá Pidda í húsunum í Runavík.
Hóast har hevur verið vaksað, var farvegur eftir blóði funnin allastaðni, bæði í bilhúsinum, í gongdunum, trappuni, veggunum, á baðirúminum, í stovuni og ikki minst í kamarinum. Summastaðni var ikki vaskað, har blóð var.
Drigin
Á Nesi vóru fleiri blóðdálkað klæðir funnin, og har varð millum annað funnin ein jakki, sum kundi bent á, at tann sum hevur verið í jakkanum, hevur drigið eitt bløðandi fólk.
Í Skodabilinum, sum fyrrverandi kona Pidda átti, men sum ákærdi koyrdi í, var eisini nógv blóð, men eyðsýnt var, at roynt hevur verið at vaskað blóðið burtur. Tað var tó ikki gjørt nóg væl, tí undir máttuni var blóð og aðrastaðni í bilinum við.
Út frá øllum kanningunum metti danski kriminalpolitisturin um, hvat kann vera hent:
Ein ógvuslig hending er farin fram í kamarinum hjá Pidda, sum síðan er drigin út á gongina, oman gjøgnum trappurnar og út í bilin.
Einki annað enn blóð av Pidda er funnið.
Maðurin kundi ikki siga, um Piddi hevur verið deyður beinanvegin.