Í nátt fekk løgreglan boð um, at ein maður varð sligin niður við eitt skeinkistað í Klaksvík. Maðurin fór á skaðastovuna til viðgerðar.
Løgreglan sigur, at tey hava tikið málið upp og kanna nú, um talan er um eitt harðskapsmál, ella ikki. Annars hevur verið stak friðarligt í nátt, sigur løgreglan. |









