Sligin niður í andanum

Amerikumaður, Hank Hanegraaff, hevur skrivað bók, ið nevnist Counterfeit revival. Í hesi bók viðger hann ymiskt, ið hendir innan kristnar samkomur í dag, sum mangan er torført hjá fólki at gjøgnumskoða og sum als ikki samsvarar við tað, ið orð Guds lærir. Mong menniskju undrast og eru hugtikin av øllum tí yvirnáttúrliga, tey hoyra um og síggja - og meta tey, at hetta er verk Heilaga Andans. Og so royna mong menniskju hetta og uppliva ymiskt sum í mongum førum leiðir til vónbrot, sálarligar kreppur og fráfall frá Gudi.
Brotið niðanfyri er tikið úr áðurnevndu bók á síðu 61 og eru sera álvarsamt og rannsakandi at lesa.

Ein vónbrotin eftirfylgjari ringdi til mín á the Bible Answer Man broadcast, tann 1. mai í 1996. Júst áðrenn sendingin endaði tann dagin, fekk eg kroyst eina seinastu telefonsamrøðu inn afturat. Kvinnurøddin í hinum endanum var týðiliga óttafull og skelkað.
Hon segði fyri mær, at pastorur hennara hevði verið í Toronto Airport Vineyard og hevði tikið hetta upplivilsið aftur við sær. Eins og hann ivandi var farin hagar, kom hann nú aftur, sannførdur um, at kraftin, ið hann persónliga hevði upplivað, var veruleiki. Hann yvirtalaði limirnar í samkomuni at lata seg sleppa at biðja fyri teimum, og byrjaðu tey eisini at uppliva tað, ið hann hevði upplivað. Men Kristi upplivdi tó einki annað enn vónbrot.
Var hetta frá Gudi, sum sálarhirði hennara helt uppá, tørvaði henni so sanniliga eisini at verða nomin av Honum. Hví, Gud? bønaði og bað hon. Hví sleppi eg ikki upp í part? Hon settist á gólvið og fór at gráta beiskliga, meðan fólk allastaðni uttan um hana hildu á at flenna, skelva og at vera sligin niður í andanum. Bráddliga var hon var við, at hon lá fløt á gólvinum, uttan at vera før fyri at flyta seg. Í somu løtu broyttist vónloysi hennara til ræðslu.
Sjálvt um hon greiddi mær frá hesum meir enn eitt ár aftanná, hoyrdi eg enn óttan í rødd hennara. Eg var sannførdur um, at henni tørvaði gjølla at fata, hvat henni hevði verið fyri. Eg fór at greiða henni frá, hví hendingin, ið henni hevði verið fyri, var óbíbilsk og vandamikil. Eg greiddi henni frá nøkrum av vanligu avleiðingunum av slíkum tilburði: Ógvisligar sinnisbroytingar, tunglyndi, ótti, sinni, skilaleys róp, drúgvur dvali, fremmandakensla og ráðaloysi.
Meðan eg greiddi frá hesum, fór hon at gráta. Hatta er júst tað, ið hendi við mær! segði hon higstrandi. Meðan hon stríddist við at vinna tamarhaldið aftur, játtaði Kristy, at hon enn var ørkymlað av árininum av uppliving hennara. Hon segði, at eftir at hon endiliga var komin upp aftur av gólvinum, kendist tað, sum hon júst hevði verið við í einari 100 míla maratonrenning. Í veruleikanum gjørdist ávirkanin av tunglyndi hennara so hættislig, at lækni hennara mátti geva henni antidepressiva medisinska viðgerð.
Andaligu avleiðingarnar vóru eins svárar. Hon fór at seta spurnartekin við kristindómin sum heild. Gleðin, ið hon so tráliga hevði leitað eftir gjøgnum eitt loyndarfult upplivilsi, var endað í einum veruligum helviti:

Samfelag mítt við Harran er fullkomiliga endavent. Eg ræðist at biðja. Eg tori illa at fáa at vita, hvør henda uppliving í veruleikanum var, tí eg veit, at hon var ikki frá Harranum. Eg óttist at fara á møti, eri bangin fyri Gudi. Eg havi sæð slíkt, sum er beinleiðis ímóti øllum tí góða, ið eg sum nýfrelst lærdi í Bíbliuni. Hetta ræðir meg. Hetta er so skelkandi. Eg eri bangin fyri, at hetta hevur havt eitt varandi árin á meg og mann mín.
Tað hevur tikið okkum báðum so langa tíð til aftur regluliga at lesa í Bíbliuni og at biðja. Tað tykist, sum vit ikki fata frelsuna longur. Eg minnist tíðina, tá hon var so greið, og nú tykist hon so torskild. Eg eri enn skelkað. Vit lesa og vit biðja, men samfelagið, ið vit høvdu, tykist ikki at vera tað sama sum fyrr. Eg nevni hetta í hvussu er ikki eina signing! Hetta var ein ræðuleiki, sum nústani er byrjaður at lætta av mær sjálvari, manni mínum og hjúnalagi okkara. Eg gerist so ill av at síggja, hvussu djúpt hetta hevur sært familju okkara og fløkt okkara samskifti við onnur.
Eg veit ikki, hvar eg flóti andaliga í løtuni. Eg havi onga tráan eftir Harranum. Eg eri blivin so atfinningarsom og ivandi, at eg neyvan tori at líta á nakran.
Eg veit, at tað eru so nógv trúgvandi, ið eins og eg ikki duga at gjøgnumskoða hetta. Tað kom bara so líðandi. Tá leiðslan, ið tú leit á, leiðslan, ið tyktist at vera so grundfest í Orðinum, tekur undir við slíkum, kennir tú teg seka, um tú ert ímóti.

Sum eg helt fram at tosa við Kristy, byrjaði hon at fata, hvussu hon, eins og sálarhirði hennara, hevði givið eftir fyri socialpsykologiskari ávirkan. Hon byrjaði eisini at fata, at hesir svikafullu arbeiðshættir skapa fruktagóða mold fyri sataniskari og andaligari villleiðing.
Sum vit nærkaðust endanum á samrøðu okkara, byrjaði hon at skilja alt betur, og alt í einum hómaði hon bláa himmalin handan hóttandi skýggini. Lívsroynd mín skal verða við til at hjálpa øðrum, segði hon, annars er hon burturspilt. Nú kann eg síggja hetta frá báðum síðum. Eg kendi meg so stirnaða í likaminum, men nú veit eg, at hetta var ikki frá Gudi. Kann eg hjálpa onkrum, verður tað alla kvølina vert. Eg veit, at hetta var eitt veruligt upplivilsi; nú veit eg eisini, hvussu tað var íbirt. Nú eri eg meiri enn nakrantíð sannførd um, at hetta var ikki frá Gudi.
Meðan Kristy nærum vendi kristindóminum bakið, eru tað í veruleikanum fjøldir, ið júst gera tað. Og aðrar milliónir hyggja undrandi at og kveistra kristindómin frá sær sum verandi eina røð av sviki. Tey hugsa, at tá kristin í dag so lættliga góðtaka slíka trúarlæru, mugu tey vera eins bláoygd viðvíkjandi kristnu trúarlæruni, ið er 2000 ára gomul.
Tá hitt kristna støðið hevur meiri til felags við National Enquirer (Størsta sleyitíðarrit í USA) enn við Nýggja Testamenti, er tíðin komin til okkara at rannsaka okkum sjálv. Um tað at duga at selja boðskapin og spenningur gerast meiri lokkandi enn sannleiki, er sjálvur grundvøllurin undir trúgv okkara í vanda. Sum eftirfylgjarar av Honum, ið ikki bert segði Seg at vera vegin og lívið, men eisini sannleikan, mugu vit áseta støðið fyri hendan heim, og ikki øvugt. Vit gera rætt at geva gætur orðunum hjá Blaise Pascall, sum tey ljóma niður gjøgnum øldirnar við profetiskari styrki:

Sannleiki er í hesum tíðum so ógreiður og ósannindi so rótfest, at um vit ikki elska sannleikan, koma vit ikki at kenna hann.


Counterfeit Revival (Hank Hanegraaf) s. 61-64. (Ums. J. í Skemmuni).