Slick til Íslands

Tónleikur

Komandi fríggjadag fer pop/rock bólkurin, Slick, til Íslands. Har skulu teir spæla bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið á tí væl kendu Fjørðukránni í Hafnafiri.
Um tú hevur hug at uppliva nógv umrøddu Fjørðukránna, sum er gjørd í ektaðum víkingastíli, so hevur Atlansflog góð tilboð um vikuskiftisferðaseðlar, júst til hetta tiltakið.
Slick er mannaður við áhugaverdum tónleikarum, sum spæla í løtuni til dans ymsastaðni í landinum. Manningin sær soleiðis út: Sang og gittar, Hans Ravnsfjall, sum er kendur frá All That Rain, sang og bass, Jens Tummas Næss, sum eisini er kendur frá All That Rain, umframt Kjølar og Ikaroz, gittar og kór, Høgni Zachariassen, sum eisini hevur spælt við Ikaroz og Utopia, og aftanfyri trummurnar situr Torkil Johannesen, sum eisini hevur verið við í Musketerunum, Plúmm og Chase.
Bólkurin hevur ein gesta-dj við á ferðini, og er tað Gissur Patursson, sum var nógv frammi í 70´unum og 80´unum, og nú hoyra vit hann í Sugguni í Útvarpi Føroya.

Myndatekstur Slick fer komandi fríggjadag til Íslands at spæla á Fjørðukránni