Málverjin á U21-landsliðnum, Jóan Pauli Dahl Jakobsen, hevði ikki so lítið at gera í gjár í dystinum ímóti Lettlandi, og eisini borðreiddi hann við onkrari klassabjarging. Men tað bjargaði honum tó ikki tann góða hýrin:
– Hetta var ikki gott, og slett ikki í mun til tað, vit hava avrikað teir báðar undanfarnu dystirnar. Serliga í fyrra hálvleiki vóru vit slett ikki klárir, segði hann.
– Nú var so nógv fólk komið at stuðla okkum, so tí eru vit sera keddir yvir, at vit ikki fáa givið teimum og okkum eitt gott úrslit, og tað eru vit skuffaðir av.
Jóan Pauli segði, at U21-landsliðið til teir næstu dystirnar heilt víst fer at arbeiða við nøkrum av tí, sum endaði galið í Gundadali í gjár.










