Stjørna eitt kvøld
Tað er ikki bara landsliðið í fótbólti sum kann savna føroysku tjóðina. Tað klárar Guðrun Jacobsen av Tvøroyri eisini, og tað so nógv meiri enn nakað annað.
Bæði hjá konum og monnum, ungum og gomlum , hevur Guðrun verið samrøðuevnið nú í fleiri dagar og eitt stutt bil hava allir føroyingar, bæði burturi og heima, gloymt alt um herviliga lungnasjúku og kríggj og sorgarleik í Irak. Tjóðin fekk ein glotta í øllum tú hugtyngjandi, sum fer um heimin í hesum døgum. Guðrun hevur givið okkum eitt fríkorter í døprum tíðum. Fólk hava fingið okkurt positivt at tosa um eina løtu og tað er ikki at forsmáa í hesum døgum.
Síðani Guðrun vann fyrsta umfar í kappingini um at verða Stjørna eitt kvøld, hevur stórur spenningur verið um, hvussu hon fór at standa seg víðari.
Men hesar seinastu dagarnar uppundir finaluna, hava fólk ikki tosað um annað.
Og sjálvt finalukvøldið vóru tað nógv sum brúkti høvi til at gera eitt kvøld burturúr.
Nógva staðni vóru fólk komin saman at hyggja eftir finaluni í Stjerne for en aften í felag. Og eisini í øðårum londum brúktu føroyingar hetta kærkomna høvi at hittast til eitt gott kvøld.
Ikki minst høvdu tey gjørt nógv burturúr í heimbýi hennara, Tvøroyri.
Har vístu bæði klubbin og Suðurbio finaluna á hvør sínum stórskíggja.
Har var stúgvandi fult av fólki og fylgdi við og tað sást á øllum andlitsbrøgdum, at spenningurin var øgiligur.
Hóast full semja var um, at Guðrun var rætti vinnari er tað ómøguligt at rokna út, hvussu hyggjararnir fara at atkvøða, so ongin føldi eg tryggan.
Frammanundan varð mett, at tríggir sangarar lógu til at vinna kappingina: Guðrun Jacobsen var hildin at ligja væl fyri, eisini hjá teimum uttanlands, sum vedda um slíkt. Men Tarek varð mettur at verða hennara fremsti mótstøðumaður. og so var tað hasin har Jacob, sum eisini sang avbera væl og sum á ongan hátt kundi avskrivast.
Tað var fyrst og fremst ímillum hesi trý at mett varð, at kappingin fór at standa.
So tá ið Natasha Crone fór a lesa úrslitini upp, sótu fólk sum undir lestri.
Tað loysnaði eitt sindur, so tað kom róp í, tá ið argasti kappingarneyti, hennara,Tarek, fekk triðjaplássið. Og tá ið so varð kunngjørt, at Jacob hevði vunnið annað plássið, kom rættiligur ófriður á gjøldina, tí nú væntaðu tey flestu, at tað kundi bara verða Guðrun, sum vann.
Men tað var deyðatøgn, tá ið sjónvarpsverturin fór at lesa, hvør hevði vunnið.
Og sjónvarpsverturin hevði ikki meiri enn hálvtalað navnið á Guðruni, mundi takið farið av klubbanum. Fagnaðurin mundi ongan enda fingið, rópan og skrálan og armarnar á lofti, nógv verri enn tá ið TB skorar avgerðandi málið á Sevmýru.
Og Guðrun ikki bara vann. Hon vann sannførandi, tí fon fekk 31%, ella næstan triðingin av øllum atkvøðunum. Tilsamans høvdu næstan 300.000 fólk atkvøtt, so Guðrun fekk yvir 90.000 atkvøður.
Sunnudagin kom heim aftur til Føroya. Tá var móttøka á flogvøllinum og seinni um dagin fór hon á pallin í SMS og báða staðni var stúgvandi fult av fólki.










