Slept málinum um hvalastuldur

Løgreglan hevur slept øllum vónum um at seta fram skuldsetingar móti teimum, sum stjólu hvalir í grindini í Hvannasundi herfyri

John Johannessen


Løgreglan veit, hvussu menn hava borið seg at, tá 40 hval hvurvu í grindini í Hvannasundi herfyri. Men løgreglan veit ikki, hvør stjól hvalirnar, og tað væntar hon sær heldur ikki at finna út av.

Tí hevur løgreglan slept málinum um hvalastuldurin.

Tað er nevniliga so, at tey vitnini, sum hava sæð bátar fara avstað við grind, ikki vilja siga løgregluni, hvørjir bátarnir vóru.

At stjala grind er brot á revsilógina, eins og allur annar stuldur, og tí metir virkandi sýslumaðurin í Klaksvík, Karl Johansen, grindastuldurin sum eitt álvarsamt mál.


Stórt virði

Talan er um rættuliga stórt peningaligt virði, sum varð stolið í grindini í Hvannasundi. Verður kiloprísurin á grindini settur at vera 30 krónur, er talan um eina upphædd á góðar sekshundratúsund krónur.

Ein vanligur hvalur verður roknaður at vera eini sjey skinn. Hvørt skinnið telur 75 kilo og talan er um 40 hval, sum eru stolnir. Verður hetta faldað, gevur tað eina upphædd á 630.000 krónur.

Sostatt kann av røttum sigast, at talan er um sera álvarsaman stuldur. Men kortini hevur sýslumaðurin í Norðoyggjum gjørt av at sleppa málinum á hesum sinni.

Næstu ferð grind verður í Norðoyggjum, ætlar løgreglan kortini at vera sera varin og halda eyga við grindini alla tíðina, soleiðis at slíkt ikki hendir aftur.