Eystari Landsrættur staðfesti í dag dómin, sum Peter Madsen fekk í býrættinum. Býrætturin í Keypmannahavn dømdi Peter Madsen til lívstíð í fongsli fyri drápið á svensku tíðindakvinnuna Kim Wall.
Peter Madsen kærdi ikki avgerðina hjá býrættinum um at døma seg sekan í ákæruni um morð, men valdi at kæra longdina á revsingini.
Verjin hjá Peter Madsen førdi í Eystara Landsrætti fram, at tað hevði verið meiri hóskandi við 14 til 16 ára fongsulsrevsing. Hon legði dent á, at Peter Madsen ikki var revsaður fyrr, og royndi at føra fram, at talan ikki var um eitt frammanundan fyrireikað dráp, umframt, at tað ikki eigur at vera skerpandi, at talan var um eina tíðindakvinnu, sum var til arbeiðis, tí eftir hennara tulking av lógini hava tíðindafólk ikki eyka verju í lógini.
Ákærin vísit hinvegin á hvussu ógvusligt drápið var, og kallaði Peter Madsen fyri ein eirindarleysan, perversan, sniðfundigan sexmordara. At Peter Madsen bæði drap tíðindakvinnuna og limaði hana sundur átti at verið nokk til ein lívstíðardóm, helt ákærin.
- Um ikki hetta málið hevur uppiborið lívstíðardóm, hvussu andstyggiligur skal ein so vera í sínum ídni eftir at myrða? Hvørjum plágum skal órættaði so vera fyri, spurdi ákærin dómararnar sambært Ekstrablaðnum.










