Løgtingsins Umboðsmaður er júst liðugur við at viðgera eina klagu, har eitt virki helt upp á, at tey áttu at verða frítikin kringvarpsgjald, tí tey hvørki høvdu útvarpstól ella onnur tól, ið kundu hoyra ella vísa kringvarpið.
Tó hevði virkið, ið umfatar tveir handlar, internet og eina teldu, ið verður brúkt til kassaskipanina og gjaldskortterminalar. Skipanir, ið virkið í kæruni vísti á, er at meta sum hjálpitól.
Virkið hevði kært eina avgerð hjá Mentamálaráðnum, ið staðfesti, at virkið ikki slapp undan at rinda kringvarpsgjald.
Løgtingsins Umboðsmaður staðfesti tó avgerðina hjá Mentamálaráðnum. Umboðsmaðurin vísir nevniliga á, at hóast lógin staðfestir, at virkið kann sleppa undan kringvarpsgjaldi, um tólini eru eitt hjálpitól, so metir hann at tulkingin av orðinum er skeiv.
- Bæði teksturin í kunngerðini og viðmerkingarnar frá Mentamálaráðnum nevna orðið: “hjálpitól“. Hetta orð finst ikki í føroyskum orðabókum, men er skilligt av samanhanginum, at hugsað verður um “hjálpartól”. Eg havi onga orsøk til at halda, at hetta ikki eisini er galdandi fyri kunngerðina, t.v.s hóast orðið er skrivað “hjálpitól“ er sipað til orðið “hjálpartól”, skrivar Løgtingsins Umboðsmaður í grundgevingini og leggur afturat.
- Sambært føroysku orðabókunum eru “hjálpartól” tól til hjálpar, serstakliga hjá avlamnum fólki. At hjálpa merkir sambært somu orðabókum at gera beina, stuðla ella styðja.
- Vanliga málsliga fatanin er sostatt, at frítøkan í § 4 stk. 3 er treytað av, at arbeiðspláss, sum hevur tól, sum kann móttaka sendingar frá Kringvarpi Føroya, bert kann vera frítikið fyri kringvarpsgjald, um tólið er hjálpartól til fólk sum bera brek.
Tá Løgtingsins Umboðsmaður fylgjandi ikki metir, at kassaskipan ella gjaldskortterminalur kann metast at vera eitt hjálpartól til fólk, ið bera brek, so tekur Umboðsmaðurin undir við niðurstøðuni hjá Mentamálaráðnum.

Sleppur ikki undan kringvarpsgjaldi





