Sleppur ikki so

Hóast amerikanska stjórnin sigur seg fegnast um, at Libya hevur gjørt av at sleppa sær av við síni hópoyðingarvápn, hevur George W. Bush, forseti, ongan hug at lata stýrið hjá Muammar Gaddafi sleppa so.

Tvørturímóti hevur Bush gjørt av, at amerikonsku handilstiltøkini ímóti Libya verða verandi í gildi. Tey vórðu sett í verk í 1986. ST setti eisini tiltøk í verk ímóti Libya, men tey fóru úr gildi í september í fjør, tá Libya játtaði at rinda 2,7 milliardir dollarar í endurgjaldið fyri tilburðin, tá eitt amerikanskt ferðamannaflogfar varð sprongt yvir skotska býnum Losckerbie í desember í 1988.

Libya hevur tengt hesa játtanina at einari amerikanskari tilsøgn um at sleppa handilstiltøkunum ímóti landinum. Libyski forsætisráðharrin hevur sagt, at verða amerikonsku tiltøkini ikki sett úr gildi innan 12. mai, fer Libya bara at rinda 40 prosent av endurgjaldinum.