Mark David Chapman, sum myrdi John Lennon, verður sitandi í fongslinum. Hann hevði søkt um at verða royndarleyslatin, men í dag bleiv tað sýtt honum. Hetta er sjeyndu ferð, at hann hevur søkt um royndarleyslating, og svarið hevur verið noktandi hvørja ferð.
Nevndin, sum viðgjørdi umsóknina, avhoyrdi Mark David Chapman í gjár. Nevndin sigur, at tað er ikki ráðiligt at lata hann leysan, tí tað hevði verið ein vanvirðing ímóti galdandi lógum. Harafturat er hann dømdur fyri tilætlað morð, sum er eitt sera álvarssamt brotsverk, sigur nevndin.
Mark David Chapman myrdi John Lennon uttan fyri Dakota-bygningin í New York tann 8. desember í 1980.