Kinesiski vinnulívsmaðurin Huang Nubo, sum ætlaði sær at keypa Grímsstaðir á Fjøllum í Íslandi og at brúka økið til ferðavinnu, noyðist at sleppa ætlanini. Íslendski innanríkisráðharrin, Ögmundur Jónasson, kunngjørdi í morgun, at hann hevur gjørt av at sýta umbønini frá kinesiska ríkmanninum at sleppa at keypa lendið.
Innanríkisráðharrin segði við tíðindafólk, at tað var ikki Huang Nubo sjálvur, sum hevði søkt um loyvi at keypa lendið, men eitt lutafelag. Ráðharrin segði, at hevði stjórnin játtað umsóknini, hevði tað skapt óheppið fordømi, tí umsóknin uppfylti ikki íslendska lóg og reglur.
Lendi, sum Huang Nubo ætlaði sær at keypa, er 300 ferkilometrar, og ætlan hansara var at gera ílgøur har fyri einar 200 milliónir dollarar, skrivar Morgunblaðið.









