Sleppur ikki á flog orsaka av navninum

29 ára gomul kvinna úr Onglandi hevur trupulleikar við at keypa flogferðaseðlar

29 ára gomul kvinna úr Onglandi hevur trupulleikar við at keypa flogferðaseðlar, og helst er orsøkin, at hon hevur eitt heldur sermerkt navn.

Hon eitur Isis Lake, og ljóðar eftir øllum at døma ov nógv sum yvirgangur.

Í øllum førum hevur hon tríggjar ferðir roynt at keypa ferðaseðil millum Toronto og Vancouver í Kanada, men hvørjaferð fekk hon ikki fullført keypið.

- Vónandi verður ikki neyðugt hjá mær at skifta navn, sigur Isis Lake, sum arbeiðir sum kokkur.