Sleppur at brúka sítt egna navn í Danmark

Føroya Rættur hevur felt dóm í máli um føroyskt vørumerki í Danmark

Føroya Rættur hevur nú felt dóm í stríðnum um domennavnið hjá Kemilux. Føroyska felagið fær nú aftur rættin at nýta vørumerkið KEMILUX, domeni kemilux.dk og teldupostin kemilux@kemilux.dk

 

Tað var tann 11. september í fjør, at Rent Miljø – Kemilux ApS, Hirtshals, fekk Føroya rætt at seta Kemilux Industri bann móti at brúka domeninavnið kemilux.dk. Í stevning frá 31. august 2015 setti Rent Miljø – Kemilux fram krav um, at Kemilux Industri skuldi dømast at viðurkenna ikki at hava rætt til at nýta og hava skráseting av domeninavninum kemilux.dk og at avhenda og skráseta rættindini til domeninavnið kemilux.dk til Rent Miljø – Kemilux.

 

Føroya rættur hevur í dómi frá 5. desember í ár frídømt Kemilux Industri og avgjørt, at fútabannið skal setast úr gildi samstundis sum Rent Miljø er dømt til at avhenda til Kemilux vørumerki KEMILUX og teldupost bústaðin kemilux@kemilux.dk. Harafturat hevur Føroya rættur bannað Rent Miljø at brúka navnið Rent Miljø – Kemilux ApS og syrgja fyri at strika tað í felagsskrásetingini.

 

– Føroya rættur hevur í dóminum álagt Kemilux at viðurkenna, at marknaðarátakið á www.in.fo, á heimasíðuni www.kemilux.fo og á Facebookprofilinum tann 13. juni 2016 er brot á løgtingslóg um marknaðarføring, .

 

Dómurin kann lesast við at trýsta her.