Felagsskapurin KODA hevur sett fram krav um, at handlar, virkir og almennir stovnar í Føroyum skulu gjalda KODA-avgjald, um tey velja at geva starvsfólki og viðskiftafólki møguleika fyri at hoyra sendingar útvarpsins. KODA umsitir upphavsrættindini hjá tónaskaldum, yrkjarum og útgevarum.
Útvarp Føroya hevur í dag í skrivi til KODA heitt á felagsskapin um at sleppa ætlanini um at krevja avgjald frá handlum, virkjum og almennum stovnum.
Í sínum grundgevingum vísir ÚF á, at øll húski, virkir og stovnar, sum hava útvarpsmóttakara, hava skyldu til at gjalda útvarpsgjald, og at ÚF rindar KODA avgjald fyri rættindini at senda tónleik til tey, sum rinda útvarpsgjald. Tí mugu øll hava rætt til at hoyra sendingar útvarpsins, uttan at skula lata eyka gjald til KODA.
ÚF rindar í løtuni útvið eina millión krónur árliga fyri rættindini at spæla tónleik.
Í skrivinum til KODA vísir útvarpið eisini á, at átakið hjá felagsskapinum móti handlum, virkjum og almennum stovnum hevur við sær, at beint verður fyri tí gomlu siðvenjuni, at lurtararnir eisini hava møguleika fyri at hoyra sendingar útvarpsins á arbeiðsplássum og almennum støðum.










