Leygardagin er ætlanin at børn og vaksin loksins skulu at taka skoytivøllin í Gamla Kommunuskúlagarðinum í Havn, ið brúk.
Tórshavnar býráð hevur samtykt at seta skoytivøllin upp aftur í ár, og eftir ætlan skuldi hann takast í brúk síðsta leygardag, sama dag sum jólatræðið í Havn varð tendrað.
Men tað var av ongum, tí tað var so lýtt, at ísur fekst ikki á vøllin.
Síðani hevur hann ligið og bíðað eftir veðri og á býráðsfundi í Havn í kvøld fregnaðust býráðslimir eftir at vita, nær vøllurin verður tikin í brúk í vetur.
Og Heðin Mortensen, borgarstjóri, upplýsti, at ætlanin er at taka skoytivøllin í nýtslu leygardagin.
Tað tekur einar tríggjar dagar at fáa hann at frysta og í morgin er ætlanin at seta kølingina til. Men, hvussu tað fer at eydnast, veldst alt um, hvussu lýtt tað verður.