Sleppa undan varandi meini

Teir báðir kokkarnir, sum brendu seg illa í spreingingini á Hotel Hafnia leygardagin, hava fingið at vita, at teir koma væl frá ólukkuni

Tað má kallst eitt undur, at ikki fleiri fólk fingu álvarsligan skaða av spreingingini á Hotel Hafnia leygardagin.
Nógv fólk vóru til arbeiðis, tá tað hendi, og fleiri fólk høvdu eina løtu frammanundan staðið har beint við.
Skaðin gekk út yvir tveir kokkar, sum brendu seg illa. Annar brendist nokkso illa í andlitinum ogá ørmunum. Hin var ikki so illa brendur.
Báðir hava fingið at vita frá læknunum, at teir ikki fáa varandi mein.