Tað er nú greitt, at trúboðaraskipið, Logos Hope, sum er gamla Norrøna, ikki kemur til Føroya í summar kortini, soleiðis sum ætlað.
Tað boðar kristni felagsskapurin, OM, í Føroyum frá í kvøld.
Norrøna er trúboðaraskip hjá felagsskapurin, og eftir ætlan skuldi Logos Hope vera í Føroyum tær báðar fyrstu vikurnar í juli.
Eftir ætlan skuldi Logos Hope í dokk í Kanariuoyggjum í apríl og mai, áðrenn vitjanin í Evropa av álvara skuldi byrja í Írlandi í juni.
Men koronasmittan hevur elvt til, at Spania hevur stongt sínar havnir fyri fremmandum skipum, og tískil sleppur Logos Hope ikki í dokk sum ætlað.
Tì er avgjørt, at Logos Hope verður verandi í karibiska havinum í tríggjar mánaðir afturat, áðrenn leiðin verður løgd tvørtur um Atlantshavið.
OM sigur, at fyribils eru vitjanirnar í Írlandi og Føroyum útsettar. Ætlanin er framvegis, at skipið skal koma til Føroya, men júst nær er óvist – men tað verður neyvan í ár.
Logos Hope liggur í løtuni í Kingston í Jamaika, men virksemið er nógv skert av koronasmittuni, tí skipið stongt, so vitjandi sleppa ikki longur umborð, skrivar OM.