Frá 1. januar verður gjørligt hjá arbeiðsleysum við tilknýti til fiskavirki í Fiskavirkisskipanini at koma beinleiðis inn í vanligu Arbeiðsloysisskipanina uttan karantenu Frá 1. januar 2009 verður gjørligt hjá arbeiðsleysum við tilknýti til fiskavirki í Fiskavirkisskipanini at koma beinleiðis inn í vanligu Arbeiðsloysisskipanina uttan at fáa karantenu, um tey ikki hava verið í arbeiði á fiskavirki í fýra samanhangandi vikur.
Tað sigur Arbeiðsloysisskipanin í tíðindaskrivi.
Rætturin til útgjald frá Arbeiðsloysisskipanini er ásettur við lóg og nærri lýstur í kunngerð um útgjald v.m. av arbeiðsloysisstuðli frá 1 januar 2000. § 1 í útgjaldskunngerðini ásetir, at tá ein arbeiðsleysur søkir um stuðul, skal hann viðleggja uppsøgn frá arbeiðsgevara. Um eingin uppsøgn fyriliggur, tí viðkomandi ikki er uppsagdur ella sjálvur hevur sagt upp, verður karantena í 4 vikur givin umsøkjaranum.
1. januar kemur nýggj kunngerð í gildi (Kunngerð um broyting í kunngerð um útgjald v.m. av arbeiðsloysisstuðli). Við nýggju kunngerðini fara arbeiðsleys í Fiskavirkisskipanini at kunna koma beinleiðis inn í vanligu Arbeiðsloysskipanina uttan at fáa karantenu, eftir at tey ikki hava verið í arbeiði á fiskavirki í minst fýra samanhangandi vikur.
Við innliman í Arbeiðsloysisskipanina eru allar vanligu reglur galdandi, og eru tey, ið koma frá Fiskavirkisskipanini í Arbeiðsloysisskipanina, ikki longur fevnd av rættindunum og skyldunum í Fiskavirkisskipanini, sigur ALS.