Útbúgving
Nýggja útbúgvingin, sum partvíst fer fram á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna, er ein sokallað yrkisútbúgving, har skift verður millum læru og skúlagongd. Útbúgvingin tekur tilsamans 3 ár og 2 mánaðir. Útbúgvingin er samskipað við støðisárið á Fiski¬vinnuskúlanum, men lærlingarnir fáa eisini serliga undirvísing í landbúnaðarlærugreinum og praktiska upplæring hjá einum góðkendum bónda. Útbúgvingarskipanin sær soleiðis út, at fyrsta læruárið byrjar á læruplássi í 12 vikur og síðani 40 vikur samanhangandi í skúla, ið verður samskipað við støðisárið á Fiskivinnuskúlanum. Innskriving til fyrra skúlaskeiðið fer fram samstundis við samskipaðu innskrivingina til miðnámsskúlarnar, har freistin er 15. mars. Annað læruárið er verklig upplæring á læruplássinum, og triðja læruárið er upplæring á læruplássinum og seinna skúlaskeiðið.
Lærlingarnir fáa løn alla lærutíðina, eisini tá tey eru í skúla ella í feriu. Lønin í lærutíð¬ini er tann sama sum hjá handverkslærlingum, og onnur viðurskifti fylgja tí, sum vanligt er fyri lærlingar.