Sleppa nú at sigla nógv bíligari við Strandferðsluni

Prísurin á ferðaseðlum til útoyggjarnar við skipunum hjá Strandferðsluni, skal nú niður í helvt

Ferðaseðlaprísir

Nú skal tað verða nógv bíligari at sigla ímillum útoyggjarnar í Føroyum og meginlandið.
Tað ætlar Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum.
Hann arbeiðir nú við eini skipan, sum fer at gera tað so bíligt sum gjørligt at sigla ímillum útoyggjarnar og inn á meginlandið.
Landsstýrismaðurin sigur, at hann fer at skjóta upp fyri løgtinginum at seta 700.000-800.000 krónur av til endamálið næsta ár.
? Hesin peningur skal brúkast til at lækka prísin á ferðaseðlum til og úr teimum smáu oyggjunum, sigur hann.

Niður í helvt
Hann sigur, at siglingin til og úr útoyggj, kostar ikki tað stóra og tí røkkir ein upphædd upp uppá trífjórðings millión rættiliga langt.
?Metingar vísa, at við hesi upphæddini, kann prísurin á ferðaseðlum til og úr útoyggj, lækkast umleið niður í helvt, sigur Bjarni Djurholm.
Hann sigur, at saman við Útoyggjafelagnum skal Strandferðslan nú gera eina skipan fyri, hvussu peningurin sum best skal býtast ímillum tær ymsu útoyggjarnar.
Landsstýrismaðurin sigur, at hendan skipanin kemur at umfata Svínoy, Fugloy, Kalsoy, Mykines, Skúvoy, Hest og Nólsoy.
Landsstýrismaðurin sigur, at hetta er eitt lið í royndunum hjá Vinnumálaráðnum at liva upp til ásetingarnar í útoyggjaálitinum.
Hinvegin vísir hann á, at sandoyarsiglingin og suðuroyarsiglingin er tær báðar dýrastu ruturnar hjá Strandferðsluni. Har er myndin eitt heilt onnur og at tær verða ikki uppi í hesum.
-? Landið hevur brúkt stórar upphæddirnar uppá siglingina um Skopunafjørð og Suðuroyarfjørð og harafturat betalir landið eitt stórt ískoyti til hesar báðar rutuna hvørt ár í rakstrarhalli.