Sleppa nú at arbeiða til tey fylla 70

Runavíkar Býráð vil ikki koyra fólk til hús, tá ið tey fylla 67 ár, sum er vanligur pensjónsaldur

Starvsfólk hjá Runavíkar Kommunu, sleppa nú at arbeiða til tey fylla 70 ár.


Tað samtykti Runavíkar Býráð nú eitt kvøldið.

 

Í 1994 samtykti býráðið annars, at sum heild skuldu starvsfólk hjá kommununi fara frá, tá ið tey fyltu 67 ár, sum er vanligur pensjónsaldur.

 

Avgerðin tá er helst merkt av ringu búskaparkreppuni, sum tá herjaði í Føroyum, og sum hevði nógv arbeiðsloysi við sær, sigur Býráðið.


Landsmyndugleikarnir gjørdu tað sama við tí endamáli at lata tey ungu sleppa framat tí arbeiði sum var at fáa í hesum heilt serliga tíðarskeiði í Føroya søgu.

 

Runavíkar Býráð sigur, at tá ið eldraøkið varð lagt undir kommunurnar at umsita, varð spurningurin um starvsaldur aftur frammi.

 

Eitt, sum varð umrøtt tá, var, at starvsfólkið á eldraøkinum skuldi sleppa at halda fram í starvi til tey vóru 70 ár, tí hendan skipanin hevði verið galdandi, tá tey vóru í starvi hjá Almannaverkinum.

 

Og tað samtykti stýrið fyri Roðan, sum er eldrasamstarvið á Skálafjørðinum.

 

Í Runavík vísa tey eisini á, at í seinastuni hava aðrar kommunur viðgjørt hendan spurningin, og eitt nú hevur Klaksvíkar kommuna broytt sín politikk á økinum og hevur samtykt, at fráfaringaraldurin skal vera 70 ár.

 

Hjá starvsfólki hjá landinum er fráfaringaraldurin somuleiðis 70 ár. Og nú hevur Runavíkar Býráð so samtykt at fylgja rákinum og eisini at áseta, at starvsfólk hjá kommununi kunnu halda fram í starvi, til tey eru 70.