Nú er miðnámsútbúgving við føroyskum máli á A-stigi kravið til føroyingar, sum fara undir hægri lestur í Danmark.
Miðnámsútbúgving og danskt mál á A-stigi hava verið treyt fyri at fara undir hægri lestur á so at siga øllum útbúgvingarstovnum í Danmark, men kravið um danskt mál á A-stigi fellur nú burtur.
Hetta stendur á avtaluni, sum Mentamálaráðið hevur gjørt við danska Vísindamálaráðið.
Nýggja avtalan er gjørd við støði í teirri sannroynd, at vit læra danskt í fólkaskúlanum og við støði í nýtsluni av donskum máli í okkara útbúgvingarskipan annars, upplýsir Mentamálaráðið.