Sleppa kanska upp um tvær vikur

Arbeiðið at bjarga teimum innistongdu námsarbeiðsmonnunum í Kili gongur væl betur enn væntað, og tey mest bjartskygdu siga nú, at menninir sleppa kanska at síggja ljós longu um fjúrtan dagar.

Bretska kringvarpið BBC skrivar, at gongst sum nú, verða teir 33 menninir bjargaðir upp úr náminum um miðjan oktober.

-Vit fyrireika okkum til at enda bjargingarátakið um 15 dagar. Tað er ikki vist, at vit fáa menninar upp tá, men tá verður øll útgerð tøk til at taka ímóti monnunum. Samstundis standa sjúkrahúsini klár til at taka ímóti teimum, sigur ein talsmaður hjá innanríkisráðnum.