Magni Arge, fólkatingslimur, hevur verið á almennari vitjan í Kuba, saman við uttanlandsnevndini hjá fólkatinginum. Sambært honum er áhugin fyri Føroyum stórur í karibiska landinum.
Her fyri var kubanski sendiharrin í Danmark, Yilliam Gomez Sardinas, á virjan í Føroyum. Tá vórðu ymisk møgulig vinnulig viðurskifti umrødd at samstarva um.
- Elio Rodriguez Perdomo, ambassadørur og stjóri fyri deildini, sum fevnir um Evropa og Kanada í uttanríkisráðnum, staðfesti, at tey høvdu noterað sær áhugaverda frásøgn frá Yilliam Gomez Sardinas, sendiharra, sum vitjaði í Føroyum herfyri. Hann vildi fegin virka við til at fremja eitt samskifti millum londini – og vísti serligan áhuga fyri samstarvi viðvíkjandi fiski- og alivinnu, sigur Magni Arge.
Pedro Zamoro, sum varðar av handilsligu viðurskiftunum við Evropa í handilsmálaráðnum, mælti beinleiðs til, at føroyskar fyritøkur og myndugleikar komu á vitjan, so samskifti kundi fáast í lag um ymsar samstarvsmøguleikar.
Magni Arge sigur, at kubanska fiskimálaráðið boðaði honum frá, at tað var sinnað at fáa samband við føroyskar útflytarar, so teir kundu keypa fisk beinleiðis úr Føroyum, heldur enn umvegis spanskar, portugisiskar og kinverskar millummenn.
- Marknaðurin, teir hugsaðu um í fyrsta lagi, er fiskur til vaksandi ferðavinnumarknaðin, sum setir krøv til rávøru av høgari góðsku. Marknaðurin er ikki stórur, men veksur skjótt, tí ferðavinnan er í stórum vøkstri. Laksurin fyllur nógv, og saltfiskur og høgguslokkur er eisini eftirspurdur. Í øðrum lagi kann eisini makrelur vera áhugaverdur, tí tað er fiskur, sum er væl umtóktur millum kubanar, sigur Magni Arge.
Kubanska fiskimálaráðið hevði eisini á orði, at møguliga kundi berast so í bandi, at føroysk skip kundu fiska kubansku toskakvotuna við Flemish Cap.
Fiskimálaráðið og uttanríkis- og vinnumálaráðið hava fingið frágreiðing um áhugan hjá kubanum fyri samhandli og samskifti við føroyska vinnu og myndugleikar, sigur Magni Arge.









