Føroysk ítróttarfólk, sum íðka skjóting, sleppa ikki líka væl at ferðast uttanlands við byrsum, sum íðkarar í øðrum londum sleppa tað. Jóannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sigur, at tað er tí at vit hava einki føroyskt vápnapass.
Og nú vil hann hava at vita frá løgmanni nær vit fáa eitt føroyskt vápnapass, sum eisini myndugleikarnir í øðrum londum, góðtaka.
Løgtingsmaðurin vísir á, at Leirdúgvuskjóting er ein vaksandi ítróttagrein í Føroyum. Men hóast Skjótisamband Føroya hevur fingið limaskap í Altjóða skjótisambandinum, ISSF, og hóast føroyskir skjúttar javnan verða bodnir við á stórar altjóða kappingar, mugu teir ofta geva avboð kortini.
– Orsøkin er, at vit ikki hava nakað viðurkent føroyskt vápnapass. Tí sleppa føroyskir skjúttar ikki at ferðast við byrsunum eins og skjúttar úr øðrum londum, sigur Jóhannis Joensen.
Skjótisambandið hevur í mong ár gjørt vart við hetta og víst á eina ítøkiliga loysn - men kortini er einki hent, sigur hann.











