Starvsfólkini gera nú vart við seg og ávara um, at nú er vandi á ferð.
Tey vilja ikki leggja navn til og hóast ótaldar royndir í morgun at fáa fatur á leiðsluni á heiminum, og økisleiðsluni í syðru helvt í Suðuroy, hevur tað ikki eydnast.
Men starvsfólkini siga, at tey hava fingið at vita, at tey skulu spara 60 arbeiðstímar um vikuna.
Einasta loysnin er, at steingja køkin um vikuna.
Tað merkir, at allur maturin til vikuskiftini, skal gerast klárur fríggjadagin, so at hann kann hitast aftur til leygardag og sunnudag.
Annars hava vit eisini fingið upplýst, at eitt sparitiltak, sum varð umhugsað, var at lata onkur kømur aftur fyri at minka um talið á búfólkum, men at tann ætlanin varð kortini slept.
Starvsfólkini siga, at frammanundan er røktin skorin inn á bein, men nú skulu røktarfólkini so eisini taka sær av matgerðini um vikuskiftini
Ein avleiðing verður, at búfólk verða noydd atliggja longri í songini hvørt vikuskifti.
Tað vera búfólk, sum noyðast at liggja í songini og eta døgurða, tá ið vit kunnu ikki hugsa okkum, at vit á nakran hátt megna at fáa øll upp áðrenn, sigur starvsfólkið.
Frammanundan er alt, sum eitur ítriv skorið burtur og fyri at lætta og hugna um hjá búfólki, hava tey eisini havt ymisk húsdjór.
Men nú stúra tey eisini fyri, at húsdjórini mugu drepast.
– Almannaráðið og landsstýrisfólk hava varpað boðskapin um Eden-arbeiðsháttin fyri miðvíst at arbeiða við trivna og lívsgóðsku fyri tey gomlu, og fyri at menna fakliga støðið hjá starvsfólkinum.
– Tá ið Hamragarður lat upp, var tað við Eden hugsjónini í huga. Nógvur peningur varð brúktur til at senda øll starvsfólk á skeið at menna sínar førleikar til at arbeiða við hugsjónini.
Men nú ásanna starvsfólkini, at Eden hugsjónin ikki letur seg gera undir teimum treytum, tey nú arbeiða undir.
Tað verður eisini tosað nógv um sjálvsavgerðarrætt hjá teimum eldru
Men Starvsfólkið á Hamragarði staðfestir, at framyvir fer øktin ikki at kunna taka støði í sjálvsavgerðarrættinum hjá teimum gomlu, og fakliga stúra tey fyri, at avleiðingarnar fyri tey gomlu, fara at raka meint.
- Til dømis hevur tað nógvar avleiðingar at liggja ov nógv í songini, eitt nú øktur vandi fyri blørubruna, lungnabruna, likamlig viknan og stór afturgongd á øllum økjum.
- So er tað føðsluvirðið í upphitaða matinum, umframt tað árin, tað hevur á fólkini ikki at kenna matlukt, og kunna sita uppi saman og eta.