Ì samrøðu við norska blaðið, VG sigur norski súkkluíðkarin, Kurt Asle Arvesen: - Innan nógvar ítróttargreinar eru tað fólk, sum garantera, at ?mítt ítróttarsamband? og, at ?mítt landslið? er leyst av doping. Eg vil bara siga, at aftaná tað, sum hendi við Ivan Basso, so kann eg bara garantera fyri mær sjálvum, um eg eri dopaður ella ikki. Eingin hevur stýring á hvat hendir í teimum ymisku sovikømurunum, og í heimunum. Hvussu kann ein garantera, at fólk ikki fáast við doping? Spyr Kurt Asle Arvesen.
- Man blívur ofta naivur, og trýr tað besta um sínar egnu liðfelagar. Men í dag garanteri eg bara fyri, at Kurt Asle Arvesen er leysur av doping. Staðfestir Kurt Asle Arvesen.
Kurt Asle Arvesen hevur ikki havt so ræðuliga nógv samband við Ivan Basso, aftaná, at hesin varð tikin fyri doping í Tour de France súkklukappingini í 2006. Ein kapping, sum Basso stóð til at vinna, inntil dopingin varð avdúkað. Basso er annars spakuliga byrjaður at súkkla aftur, og møttust hann og Arvesen til eina kapping í Argentina fyri stuttum.