Vestmanna: Tað tekur ofta longri tíð enn væntað, tá ein fer í holt við at umvæla gomul ting.
Hetta hevur kirkjuráðið í Vestmanna fingið at sanna, nú kirkjan í bygdini bæði er umvæld og útbygd. Arbeiðið skuldi vera liðugt um eina viku, men enn restar nakað í, til kirkjufólkið aftur sleppur í ta broyttu kirkjuna.
- Vit høvdu ætlað at havt fyrstu gudstænastuna aftur á páskum. Men ymisk eyka arbeiðir hava longt arbeiðstíðina nakað, sigur Bjarni Heinesen, formaður í kirkjuráðnum við Sosialin. Miðað verður nú eftir, at hetta ístaðin verður á hvítusunnu.
Kirkjuráðið tók í fjør avgerð um, at byggja kirkjuna út, samstundis sum tann gamli parturin av kirkjuni skuldu fáa eina neyðuga umvæling.
Sum skilst á formanninum var hetta eisini í tøkum tíma, tí undir arbeiðinum eru menn komnir fram til, at rot var farið at gera rættiliga nógv um seg í kirkjutorninum.
Annars eru nógv arbeiði gjørd bæði innan og uttan í hesi kirkjuni, sum stavar heilt aftur frá 1895.
Í tøkum tíma
Arbeiðið við Vestmanna kirkju hevur sum nevnt verið í tveimum: Teir hava framt neyðugar umvælingar, eins og kirkjan er longd við størri forkirkju og nýggjum torni.
Tá avgerðin upprunaliga varð tikin var ikki ætlanin, at nakað skuldi gerast við gólvið inni í kirkjuni. Men semja fekst tó skjótt um, at her var neyðugt við ábót, tí bjálvingin ikki var nóg góð.
Og tá teir so av álvara fóru undir at fyrireika hetta arbeiðið komu teir fram á, at bjálkarnir út móti vegnum máttu somuleiðis skiftast út. Í sama viðfangi varð avgerð tikin um at leggja flisar á og hita í gólvið.
Ein onnur rættiliga stór broyting inni í kirkjuni er, at hválvið er tikið burtur. Hetta hválvið sum ímyndaði ein stjørnufyltan himmal er nú avloyst av einum opnum tróðri.
- Men fyri at halda fast við ímyndina av stjørnuhimmalinum hava vit ístaðin sett upp smáar lampur, sum mynda stjørnurnar, sigur Bjarni.
Nýggja altartalvu
Av lutunum í kirkjuni kann nevnast, at í torninum fara nú at hanga tvær klokkur: Tann verandi klokkan frá 1976 umframt hana frá 1794, sum er úr gomlu kirkjuni.
- Okkara ætlan er, at tær báðar skulu kunnu ringja, sigur formaðurin í kirkjuráðnum.
Hinvegin so tók tað eitt sindur longri enn væntað, við at fáa altartalvuna til vega. Tá fyrireikingarnar til arbeiðið byrjaðu, fingu tey lovað altartalvuna, sum fólk í Meinigheitshúsinum í Havn hava kunnað glett seg um í mong ár.
Men seinni varð lyftið tikið aftur til hesa vøkru og stórslignu myndina, sum Svend Havstein Mikkelsen málaði á sinni, tí hon skal upp at hanga í nýggju kirkjuni, sum nú verður fyrireikað í Hoyvík.
Tann gamla altartalvan í Vestmanna var rættiliga illa farin og kundi ikki setast uppaftur, og tí var neyðugt at heita á listakvinnuna Astrid Andreassen at gera eina nýggja altartalvu. Hetta arbeiðið er í løtuni í gerð.