Sleppa ikki inn á gistingarhúsið

Familja á seks má leita eftir staði at búgva

Húsagangurin hjá ferðaskrivstovuni WeTravel hevur rakt fleiri føroyingar, ið hava leitað til heitari støð í hesum døgum.

Ein, ið kennir sviðan av húsaganginum, er Tollakur Joensen úr Gøtu. Tey vóru við ferðalagnum hjá Atlantic Airways til Barcelona í morgun, men tá tey komu fram á hotellið í spanska býnum var galið við bíleggingini.

- Vit eru komin til Barcelona og út til hotellið í øllum góðum, men vit sleppa ikki inn. Tey rúmini, ið vóru bíløgd til okkum, eru latin víðari til onnur, tí hotellið fekk einki svar frá WeTravel. So nú sita vit her seks fólk við ongum at búgva í og leita eftir onkrum øðrum, sigur Tollakur Joensen, tá vit tosaðu við hann fyrr í dag.

Sjálvur hevur hann ikki roynt at fingið fatur á WeTravel aftaná, at tey eru komin til Barcelona, men upplýsir hann, at tey á hotellinum hava roynt fleiri ferðir, men fáa einki svar frá teimum.

Í alt er talan um 30.000 krónur, ið familjan hevur rindað til WeTravel, ið ikki er rindað víðari, metir Tollakur Joensen. Tað eru kortini ikki pengarnir, ið fylla mest í huganum hjá familjuni nú.

- Pengar er eitt, men tað keðiliga beint nú er, at vit ikki hava nakað rúm. Í hotellinum hava tey roynt at hjálpt, men tey hava einki kamar nakrastaðni, so nú mugu vit bara sjálvi út at leita. Vit skulu vera her í átta dagar og vit finna út av onkrum so ella so, men tað er eitt sindur súrt at byrja ferðina upp á henda mátan.