Tey fimm Sea Shepherdfólkini, sum vóru dømd í Føroya rætti fríggjadagin, vóru sum skilst á løgreglustøðini í dag, og bóðu um at sleppa inn at sita dómin, heldur enn at rinda bótina. Harumframt óttast tey, at donsku myndugleikarnir skulu ganga umsókn ákærans, um at vísa teimum av landinum, á møti.
Les eisini Vilja inn at sita
Hvørki vakthavandi á løgreglustøðini ella Jón Klein Olsen, kanningarleiðari, vistu um hetta, tá in.fo ringdi til teirra.
Jón Klein Olsen segði, at umboð fyri Sea Shepherd eru nærum dagliga á løgreglustøðini, men at hann einki veit um, at tey hava verið á løgreglustøðini í dag og biðið um at sleppa inn at sita.
Revsingin var bøtur á millum 5.000 og 35.000 krónur og umskiftisstraffin var fongsul millum átta og fjúrtan dagar. Tað er tó ikki so, at ein kann velja, um ein rindar bótina ella fer inn at sita. Tað er einans, um ein ikki er førur at rinda bótina, at fongsulsrevsing kemur upp á tal.
Jón Klein Olsen vísir eisini á, at verjin hjá teimum dømdu hevur kært dómin fyri landsrættin.
- Neyvan hendir nakað víðari í málinum, fyrr enn landsrætturin hevur viðgjørt málið. Tú kanst jú ætla, hvussu skilið verður, um tey fara inn at sita nú og síðani verða fríkend í Eystara landsrætti, sigur Jón Klein Olsen við in.fo.
Jógvan Páll Lassen, verji, visti ei heldur nakað um, at dømdu Sea Shepherdfólkini høvdu verið á løgreglustøðini í dag.