Sleppa ikki heimaftur

Sambært danska uttanríkisráðnum hendir tað meiri enn so, at muslimskar kvinnur í Danmark sleppa ikki heimaftur, eftir at tær hava verið í Miðeystri og øðrum muslimskum londum og ferðast saman við manninum. Heldur ikki børnini sleppa aftur til Danmarkar.

Uttanríkisráðið sigur, at higartil í ár hava myndugleikarnir skrásett 20 dømi, har kvinnurnar og børnini eru ikki sloppin aftur til Danmarkar, tí menninir hava tikið ferðaskjølini frá teimum. Í fýra førum er talan um kvinnur, sum hava danskan ríkisborgararætt, fýra hava lógligt uppihaldsloyvi í Danmark, men hjá teimum tólv seinastu var uppihaldsloyvið farið úr gildi.

Uttanríkisráðið hevur fingið upplýsingarnar frá teimum donsku sendistovunum og konsulátunum. Kvinnurnar, sum ikki sleppa heimaftur, eru nú í Etiopia, Libanon, Marokko, Pakistan, Sudan, Sýrialandi og Turkalandi.