Føroyingar sleppa ikki at yvirtaka loftrúmið yvir Føroyum, fyrrenn vit hava spurt danir um loyvi.
Tað er niðurstøðan hjá løgfrøðiligu ráðgevingini í umsitingini hjá Løgtinginum.
Annars liggja tvey uppskot í Løgtinginum um nettupp hetta sama - at yvirtaka loftrúmið yvir Føroyum.
Birita Ludvíksdóttir, løgfrøðiligur ráðgevari hjá Løgtinginum sigur, at tað letur seg ikki gera at yvirtaka loftrúmið yvir Føroyum fyrrenn samráðingar hava verið við donski stjórnina.
Hon staðfestir, at Loftrúmið stendur ikki sum eitt sjálvstøðugt málsøkið, ið kann yvirtakast, hvørki í yvirtøkulógini ella í lógini um ræði á málum og málsøkjum.
Tvørtur ímóti er talan um danskt øki og er umfata av ásetingini um uttanríkis-trygdar- og verjupolitkk, sum tað beinleiðis stendur í yvirtøkulógini, at, tey ikki kunnu yvirtakast eftir yvirtøkuogini.
Birita Ludvíksdóttir hevur skrivað sína løgfrøðiliga meting til Tjóðveldið langt síðani, men tað er nú lagt við málinum, sum bæði Tjóðveldi og Framsókn hava lagt fyri Løgtingið um at yvirtaka loftrúmið.
Umsitingin í løgtinginum mælir tískil frá, at uppskot um at yvirtaka loftrúmið verður lagt fyri Løgtingið.
Ístaðin verður mælt til, at leggja uppskot fyri Løgtingið um at heita á landsstýrið um at taka upp samráðingar við donsku stjórnina um at yvirtøka av loftrúmið.
Men kortini hevur Tjóðveldi lagt uppskot fyri Løgtingi um at yvirtaka loftrúmið yvir Føroyum, men Framsókn hevur eitt uppskot um at taka samráðingar upp við danir um tað sama.
Bæði uppskotini koma til viðgerðar í næstu viku.