Sleppa ikki at verða ein partur av samfelagnum

Fólk við demensi sleppa ikki til tiltøk, tí ongir flutningsmøguleikar eru

– Vit mugu aftur staðfesta, at ein stórur trupulleiki hjá fólki við demenssjúku er at sleppa til og frá tiltøkum.

 

Tað er ein niðurstøða á Kafé-tiltakinum í Runavík hjá Alzheimerfelagnum nú ein dagin. Sigrún Mohr, samskipari í Alzheimerfelagnum, sigur í eini frágreiðing, at ein av avleiðing av støðuni er, at fólk undir 67 ár við demensi, og sum búgva uttan fyri Havnina av ikki sleppa til dagtilboðið Skotarók í Havn, ið er einasta tilboðið í landinum tilfólk undir 67 ár við demens.

 

Hon sigur, at tey kundu ynskt sær at ein skipan við persónligum stuðuli varð sett í verk. Ein tílík skipan hevði gjørt tað møguligt hjá hesum málbólki at verið virkin partur av samfelagnum í eitt longri tíðarskeið í sjúkugongdini. 

 

– Sum støðan er í dag, eru tað tey avvarðandi, ið gera eitt stórt arbeiði fyri at fáa gerandisdagin at hanga saman, og okkurt dømi er um, at arbeiðsplássið hjá makanum vísir stórsinni og ber útreiðslurnar fyri stuðulin, ið tann demensrakti ynskti sær og tørvar, sigur Sigrún Mohr.