Tað verður eingin skoytuvøllur í Havn í vetur. Tað skrivar Tórshavnar Býráð í dag. Tey siga, at. tað er ringt at fáa pláss fyri skoytivøllinum og í ár ber hvørki til at taka parkeringsøkið í Gundadali, á Vaglinum ella í Vágsbotni, til skoytivøllin.
Men Býráðið sigur, at arbeitt verður við eini varandi loysn fyri einum skoytivølli í Havn,og eftir ætlan skal hann takast í nýtslu næsta heyst - og býráðið sigur, at tað verður ein varandi loysn, sum verður nógv betri, enn vøllurin, sum hevur verið.