Krepputiltøk
- Hetta er ørskapur.
Ingeborg Vinther, sum er limur í stýrinum fyri ALS, trúði ikki sínum egnu oyrum, tá ið hon hoyrdi í Kringvarpinum í gjár, at eitt krepputiltak hjá samgonguni fyri at bøta um hallið á fíggjarlógini, er at flyta alla inntøkutrygdina hjá fiskimonnum yvir í ALS.
Hetta er eitt tiltak, sum saktans kann fáa meiriluta á Løgtingi, tí tá ið fíggjarlógin fyri 2009 var til viðgerðar, setti Tjóðveldið sama uppskot fram.
Verður hetta gjørt, fer tað at spara landskassanum einar 30 milliónir um árið, men tað noyðist ALS so at betala ístaðin.
Men Ingeborg Vinther slær fast við sjeytumma seymi, at hetta verður ikki góðtikið undir nøkrum umstøðum.
- Gera politikararnir álvara av hesi ætlan, fer tað fullkomiliga at beina fyri tí sindri av tí áliti, sum er eftir á politisku skipanina.
Krevja politikararnir nú, at ALS nú eisini skal betala minstulønina hjá fiskimonnum, er tað beinleiðis at neyðtaka skipanina og tað sleppa teir ikki, staðfestir hon.
Ingeborg Vinther staðfestir, at tað eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum eiga ALS og sum stjórna honum.
- Nú hava vit eisini bøtt munandi um skipanina so at arebeiðsleys fáa munandi hægri útgjald fyri at forða fyri, at fólk rýmir av landinum nú arbeiðsloysið veksur og tað er dýrt fyri skipanina.
Tí kann tað ikki undir nøkrum umstøðum góðtakast, at politikararnir nú leggja slanguna niður í kassan hjá ALS fyri at bøta um úrslitið á fíggjarlógini.
- Politikararnir skulu halda fingrarnar langt vekk frá ALS og lata skipanina sleppa at virka í friði fyri sínum endamáli.
- Men tað tykist sum um at politikararnir ikki tola, at arbeiðsmarknaðurin hevur dugað at halda hús við ALS, tí teir hava prógvað, at tað duga teir sjálvir ikki.
- Men ALS skal ikki bløða fyri, at politikararnir ikki duga at húsast við landsins pengum, leggur hon afturat.
Eins og formaðurin fyri stýrinum ger í hinari greinini, kallar eisini Ingeborg Vinther hetta fyri eina ognartøku og tað er ólógligt.