Sleppa ikki at misbrúka lógina

Løgtingslimir hava víst á, at hol eru í lógini, men Kristina Háfoss sigur, at holið er typt

Tað fer ikki at bera til at misbrúka lógina. Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum. Hon hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at tey, sum leiga kømur og íbúðir út, skulu kunna leiga út fyri 150.000 krónur um árið, uttan at rinda skatt av tí. Og av leiguinntøku oman fyri 150.000 krónur, skulu bara 25 prosent rindast í skatti.

 

Uppskotið er akkurát nú samtykt í Løgtinginum. Kortini varð upphæddin lækkað nakað, so at nú eru skattafría upphæddin 100.000 krónur ístaðin fyri 150.000 krónur. Men Løgtingið skal samtykkja tað eina ferð afturat áðrenn tað er endaliga avgreitt. Tað varð samtykt við 30 atkvøðum fyri av teimum 33, sum eru á Løgtingi, og tá ið meirilutin er so stórur, er lítil ivi um, at tað eisini verður samtykt endaliga.

 

Samgongan heldur, at hækkaða skattafría markið eisini kann hava við sær, at munandi fleiri bústaðir verða keyptir við útleiging fyri eyga. Avleiðingin verður øktur eftirspurningur og enn hægri sethúsaprísir og tað hevði ikki tænt ikki teimum, sum frammanundan hava trupult við at fáa føtur undir egið borð.

 

Tí halda tey, at skattafría markið í fyrsta umfari bert eigur at verða hækkað til kr. 100.000, og at tað í fyrsta umfari skal vera galdandi í trý ár. Áðrenn trý ár eru farin,, skal metast um, antin broytingin tænir sínum endamáli, og um jaliga ávirkanin vigar upp ímóti avleiðingunum av broytingini. 

 

Tað eru fleiri tinglimir í andstøðuni, sum eru ímóti uppskotinum. Ein teirra er Jørgen Niclasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin. Hann vísir á, at lógin kann verða misbrúkt. Hann nevnir eitt dømi, har ein útleigari leigar eina íbúð út og fær alla leiguinntøkuna skattafría. Men so spyr hann um nakað forðar fyri, at leigarin so leigar íbúðina út aftur til Airbnb, men dregur leigugjaldið til útleigaran frá í skatti?

 

Men Kristina Háfoss vísir hesum aftur. Hon sigur, at hetta er ikki ein møguleiki, tí talan skal vera um langtíðarleigu, sum er galdandi í minst tríggjar mánaðir. Og tann, sum býr í bústaðinum, ella endaleigarin, sum tey kalla tað, skal vera langtíðarleiðari. Sostatt er leiguinntøkan ikki skattafrá, tá ið talan er um at leiga út til ferðafólk.