Við lýsingum um broyttu pensjónsskipanina, sum varð gjøgnumførd í verandi valskeiði, hevur føroyska fakfelagsrørslan roynt at varpað ljós á viðurskifti, sum tey meta hava týdning fyri sínar limir, nú løgtingsvalið stundar til.
Men hetta verður so ikki í føroyska Kringvarpinum. Fakfelagssamstarvið hevur nevnliga fingið at vita, at hesar lýsingar ikki sleppa framat sendinetinum hjá Kringvarpinum. Hetta vegna politiska innihald teirra.
Í tíðindaskrivi staðfestir Fakfelagssamstarvið, at tey áður hava fingið at vita, at lýsingarnar kundu sendast, og tí harmast tey á, at kringvarpsleiðslan nú hevur aðra fatan.
- Hetta eru vit í Fakfelagssamstarvinum ómetaliga hørm um. Lýsingarnar, sum vit hava fingið framleitt, eru á ongan hátt partapolitiskar. Tær lýsa heilt einfalt nakrar sannleikar, sum ávirka gerandisdagin hjá okkara limum.
- Hetta eru trupulleikar, sum vit ikki meta eru nóg væl lýstir higartil í samfelagskjakinum, og tískil vilja vit gera okkara til, at tað verður tikið upp nú løgtingsval verður. Fakfelagssamstarvið stuðlar ongum flokki. Tað vit vilja, er at komandi samgonga, uttan mun til hvør hon er, tekur okkara atfinningar til eftirtektar, og ger nakað við trupulleikan.
- Kringvarpsstjórin hevur sjálvandi sín fulla rætt til, at raðfesta sum hann ger. Vit meta at tað er óheppið, at fakfeløgini ikki sleppa framat, at vísa á faktuellar trupulleikar hjá okkara limum – bygt á væl eftirkannaði tøl, sum fleiri hava víst á tey undanfarnu fýra árini. Men vit góðtaka tó, at kringvarpsstjórin hevur rætt til at raðfesta sum hann ger, skrivar Fakfelagssamstarvið í tiðindaskrivi.









