Russiski trolarin Kapitan Sulimov, sum í síðstu viku kom inn á Sund við fýra deyðum russum, sleppur ikki at fara aftur til fiskiskap uttan at spyrja føroyski myndugleikar eftir loyvi. Tað skrivar Kringvarpið.
Kringvarpið endurgevur Hans Jóhannus á Brúgv, stjóra í Sjóvinnustýrinum, fyri at siga, at Sjóvinnustýrið skal góðkenna trygdina umborð áðrenn skipið sleppur at loysa.
Trolarin kom á Sund fríggjadagin, men hóast fýra mans vóru deyðir umborð, so hava føroyskir myndugleikar ikki verið umborð at kanna deyðsorsøkina, tí vanlukkan hendi í altjóða sjógvi, og sostatt er tað uttanfyri føroyskt lógarøki.
Les eisini: Russarnir doyðu av lufteitran
Kringvarpið veit eisini at siga, at umboð frá russiska sjóvinnumyndugleikanum og reiðarínum komu til Føroyar fyrr í vikuni.
Skipið er úr Murmansk í Russlandi og royndi eftir makrel og sild norðanfyri, tá ið vanlukkan hendi.