Bátar á veg úr grind í Havn stutt eftir klokkan 10.30 funnu enn ein grindabólk á Glyvursnesi, men tað vísti seg at vera springarar. Menn vóru ikki meiri enn lidnir at fáa fyrru grindina upp á kaiina við Vónina í Havn, fyrr enn grindaboð aftur ljómaðu.
Tað vísti seg tó, at talan var um springarar, og sambært einum av grindaformonnunum setti sýslumaðurin forboð móti, at teir vórðu hildnir til. Tískil lótu bátarnir bólkin fara.