Sleppa ikki at ganga og sms'a

Løgreglan í New Jersey kann nú geva bøtur til fólk sum ganga á gøt­uni og skriva sms sam­stund­is. Bótin er uppá 85 doll­arar, svarandi til slak­ar 500 føroyskar krón­ur.

– Hetta ó­rógv­ar sera nógv, tí tey gang­andi fylgja ikki við í tí sum hendir rund­an um tey, greiðir løg­regl­u­ov­ast­in, Thomas Ripoli frá við miðl­ar­nar.
Orsøkin til hetta for­boðið er, at lítli bý­urin við sínum 35.000 íbúgvum, hevur upp­liv­að tríggjar deyð­s­van­lukk­ur sein­asta árið við fólki sum skrivaðu sms, með­an tey gingu.
Vónir verða nú sett­ar til, at borgararnir fara at vísa størri var­semi­. Men tað eru kort­ini ikki øll, ið eru av somu hugsan:
- Eg líti meg altíð í­kring tá eg gangi. Eg gangi ikki runt og bara hyggi í mína fartelefon, sig­ur ein íbúgvi, Sue Chloe. Onnur ilskast inn á høgu bøturnar.
Átakið byrjaði í mars mánaði, við at mynd­ug­leik­ar­nir sendu út faldarar og ann­að kunnandi tilfar um broyt­ingina.
– Higartil eru faln­ar oman fyri 120 bøt­ur.